Rundsýning
Føroya Grótvirki er eitt opið virkið, hetta merkir at vit fegin vilja hava fólk inn á gólvið, har ið vit vísa runt á virkinum og greiða frá framleiðslugongduni. Kaffi er altíð á kannuni og vit eru altíð klárir til eitt gott prát og rágeving.
-
Eisini er møguleiki fyri at fáa eina víðkaða rundsýning á Føroya Grótvirki. Innihaldið í eini víðkaðari rundsýning er sera áhugavert og fjølbroytt. Víst verður runt á virkinum, greitt verður frá hvussu maskinurnar saman við dygdarhandverki arbeiða hesar upp til 30 tons tungu steinarnar til teir standa sum vakrir gravsteinar ella sum til dømis okkara sermerktu grótveggjaklokkur.
-
Greitt verður frá føroysku grótsøguni, heilt afturi frá kirkjubømúrinum fram til dagin í dag.
-
Komið verður inn á ymiskleikan í føroyska basaltinum, samanberingar verða gjørdar við onnur grótsløg, eins og greitt verður frá hesum grótsløgum.
-
Tosað verður tilgongdina ísamband við at vit komu inn í hesa vinnu og keyptu Føroya Grótvirki, eins og greitt verður frá framtíðarvónum og ætlanum.
-
Møguleiki er sjálvandi eisini fyri at kaffi og okkurt gott afturvið er at fáa ísamband við rundsýningina.
Prísir og onnur kunning er at síggja niðanfyri…
Við føroyskari grótkvøðu
Heini & Høgni Tausen
