Føroyar eru bygdar úr grótslagnum basalti, sum kom innan úr jørðini við eldgosum fyri umleið 55 milliónum árum síðani, tá risastóra meginlandið Pangea skrædnaði sundur við buldur og brak og nógvum eldgosum her á okkara leiðum.

Føroyar og Grønland, sum upprunaliga lógu tætt saman, hava síðan tá rikið burtur hvør frá øðrum umleið 2 cm um árið á hvør síni jarðarplátu, meðan tað áhaldandi hava verið nógv eldgos fram við plátumarkinum, sum í dag gongur norður gjøgnum Ísland.

 

Nógv basalt er á jørðini, men basalt finst eisini á mánanum og á hinum av teimum innaru gongustjørnunum, Merkur, Mars og Venus, umframt í nógvum loftsteinum (meteorittum).

 

Basalt kemur undir bólkin “daggrýti”, sum er grót storknað úr grótbræðingum (magma) frá eldgosum oman á jørðini (altso “uppi í degnum”) ella undir vatni/sjógvi. Innan í jørðini er basaltmagma sera heit, 1100 C0 ella meira. Men tá hon goysir, kólnar og storknar hon skjótt oman á jørðini, og hon kólnar upp aftur skjótari, um hon goysir undir sjónum. Tí fáa krystallkornini ikki tíð til at vaksa seg stór undir kølingini, men gerast evarska smá. Viðhvørt – serliga í vatni/sjógvi – storknar bræðingin so skjótt, at hon verður til basaltglas.

 

Granitt har aftur ímóti, er “djúpgrýti”, sum er storknað spakuliga (gjøgnum túsundtals ár) niðri í jarðarskorpuni. Tí er granitt vanliga nógv meira grovkornut enn basalt.

 

Men summar basaltbræðingar liggja leingi niðri í jarðarskorpuni, áðrenn tær goysa, og har kunnu tær kólna spakuliga, nakað sum granittbræðingar. Tá kunnu ávís krystallkorn vaksa seg stór og flóta runt innan í bræðingini, áðrenn hon goysir, og tí gerst grótið tinnut við krystallum úr steinsløgunum olivin, pyroksen (augitt) og/ella feldspatt (plagioklas).

Vit nevna tílíkt basalt ítinnut, meðan fínkornut basalt uttan ítinnur nevnist blágrýti.

 

Aðrar tinnur kunnu eisini koma í basaltið, eftir at tað er storknað. Tað hendir í rivum og poknum, har vatn seyrar ígjøgnum. Vatnið inniheldur smáar nøgdir av upploystum evnum, sum so við og við skiljast úr vatninum – eins og salt kann skiljast úr sjógvi.

Nógv sløg av tílíkum “poknutinnum” kunnu finnast í basalti, til dømis ymiskir soðsteinar og kvartssteinar (eldtinnur o.s.fr.).

 

Tískil finnast nógv ymisk sløg av basalti í Føroyum.